Vanlukka hóttir

Álendska sjóvinnan, sum er skipaferðslan, stendur fyri álvarsligum hótafalli, tí reiðaríini flagga stóru ferjurnar út og skráseta tær í Svøríki. Ger finska stjórnin ikki okkurt álvarsligt nakað skjótt, verður tað ein búskaparlig vanlukka fyri okkum, sigur álendski løgmaðurin

Álendska høvuðsvinnan stendur fyri álvarsligum hóttafalli, um stóru ferjureiðaríini gera av at flagga ferðamannaskipini út.?Tað verður einki minni enn ein búskaparliga vanlukka fyri Áland, sigur Roger Nordlund, lantråden, sum í tign kann sammetast við føroyska løgmannin.
Støðan er tann, greiðir Roger Nordlund frá, at ES hevur gjørt av, at limalondini hvørt sær sjálvi gera av, hvussu tey umsita sjóvinnuna.
Tað hann tosar um sjóvinnu, er fiskivinna og aling ikki tikin við, men bert ferðamanna- og farmasigling.
Svøríki hevur tikið av tilboðnum frá ES og hevur latið reiðaríunum skattalætta. Men Finland hevur ikki hildið tað verið neyðugt. Munurin á at hava skipini skrásett í Svøríki og Finlandi er 30 prosent, sum tað er bíligar at sigla undir svenskum flaggi. So tað sigur seg sjálvt, at so flyta skipini bústað og enda í Svøríki, sigur álendski lantråden.
?Sjóvinnan er so mikið lítil partur av samlaða finska búskapinum, at tað ger ongan mun, um ferjurnar eru skrásetta uttanlands, greiðir Roger Nordlund frá. Men hjá okkum er tað jú beint øvugt, so vit merkja tað í ólukkumát, um finski Ríkisdagurin ikki tekur seg saman og fær gjørt nakað við málið. Væl fáa reiðaríini skattalætta, men nakað kemur kortini inn aftur í okkara kassa. Verða skipini skrásett uttanlands, missa vit alt.
Júst í hesum døgum er tann størsta ferjan hjá Viking Line farin undir svenskt flagg, og tær fara allar, um finska lógin ikki verður broytt í heyst, sigur hann.
Hóast álendska sjálvstýrið gevur Løgtinginum, sum álendska tingið eitur, rættiliga fríar ræsur í lógarmálum, er júst sjóvinna eitt øki, har tingið ikki hevur lóggávurætt.
?Tað er greitt, at tað at fáa hendan avgerðarrættin fluttan til Álands, er eitt av fyrstu málunum, vit hava sett okkum fyri at fremja politiskt í framtíðini, sigur Roger Nordlund. Øðrum vinnumálum hevur álendska Løgtingið fult ræði á.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt slíkt mál gjøgnum finska Ríkisdagin, sigur hann. Tað krevst nevniliga, at tveir triðingar av tinglimunum eru fyri eisini slíkari broyting. Og Áland hevur bara ein lim í Ríkisdegnum.