Vanlukka í flogsýning í USA

Í minsta lagi trý fólk doyðu, og meiri enn 50 fingu skaða, tá eitt gamalt flogfar datt niður undir einari flogsýning nærhendis býnum Reno í amerikanska statinum Nevada í gjár. Flogfarið var frá seinna heimsbardaga.

Flogskiparin Jimmy Leeward, sum var 74 ára gamal, hevði drúgvar royndir og kendi væl tað gamla Mustang-stríðsflogfarið. Tey, sum skipa fyri flogsýningini, siga, at aldurin hjá flogskiparanum hevði einki við vanlukkuna at gera.

Tað er ikki greitt, hví flogskiparin fekk trupulleikar, men hann sendi neyðarkall, beint áðrenn flogfarið datt niður í oyðimarkarsandin einar 20 kilometrar eystan fyri Reno, skrivar Reuters.