Vanlukka í Danmark kravt trý mannalív

Trý fólk doyðu, og 36 fingu skaða í einari traktorvanlukku við donsku oynna Mandø í dag. Mandø er úti fyri jútsku vesturstrondini, og fólk verða flutt til og frá oynni við serligum bussum ella vognum, sum verða togaðir av einum traktori.

Eygnavitni hava greitt frá, at traktorurin holvdist, og at bussurin, sum hekk uppi í honum, datt á liðina. Trý fólk í bussinum doyðu, og 36 eru flutt á sjúkrahús í Esbjerg, Aabenraa og Odense.

Vanlukkan hendi einar 300 metrar úr landi.

Sambært TV2 vóru tað eldri fólk, sum vóru í traktorbussinum, tá vanlukkan hendi.