Vanlukka á boripalli við Føroyar

Tað var ein væleydnað tilbúgvingarroynd, sum Staoil skipaði fyri týsdagin, nú nakrar fáar vikur áðrenn borurin verður settur í á landgrunninum

 

Tilbúgving og olja


-Eg eri sum heild nøgdur við úrslitið av tilbúgvingarvenjingini týsdagin og haldi vit kunnu kenna okkum trygg, nú vit skulu til at bora við Føroyar. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil. Týsdagin varð nevniliga skipað fyri eini sonevndari ?fullscale? tilbúgvingarvenjing, har allir týðandi partar av samfelagnum so sum sjúkrahús, løgregla, Marinustøðin, Vaktar & Bjargingartænasta, flogvøllur oo. vórðu við. Rúni Hansen sigur, at tað gekk eftir bókini. Tað var Marinustøðin, sum stóð fyri MRCC-skipanini og heldur Rúni Hansen, at fólkini megnaðu sum uppgáva sera væl. Men eisini hini liðini virkaðu sum tey skuldu, hóast okkurt kundi verið øðvísi. Umframt Statoil varð Atlanticon við til at skipa fyri hesum tiltakinum.