Um vikuskiftið kom danska verjuskipið Hvidbjørnen fram á ein stóran prám, ið rak fyri vág og vind á Føroya Banka. Prámurin er av russiskum uppruna, og verður vanliga nýttur, tá olja skal fyllast á skip ella tá olja skal tappast av skipum. Prámurin er nevniliga bygdur sum ein stórur tangi. Hann er einar 18 metrar langur og 4 metrar breiður. Harafturat stingur hann djúpt og flýtur lágt í sjónum. Tískil var hann til ampa fyri skipaferðslu á leiðini.
Hvidbjørnen sleipaði prámin inn á Tvøráfjørð, har Ólavur Hvíti tók við og sleipaði hann til lands.
Prámurin verður mettur sum vrakgóðs. Hetta merkir, at lýst verður, at hann er funnin, og um eingin eigari finnst, verður hann helst seldur á grannastevnu.