Óvanligur fundur um heitt evni

Mánakvøldið verður stórur almennur pallborðsfundur í Útvarpshøllini um føroyska arbeiðsmarknaðin, sum nógv rok hevur verið um seinastu tíðin

Arbeiðsmarknaður

 
Er tað í lagi, at fakfeløg fara í verkfall í heilum?
Skulu allir limirnir í fakfeløgunum sleppa at atkvøða um teir skulu í verkfall ella ikki?
Skulu vit hava arbeiðsrætt í Føroyum?
Ella er tað yvirhøvur neyðugt at gera nakað?
Hetta eru alt spurningar, sum hava staðið ógvuliga frammaliga í almenna kjakinum í Føroyum, serliga síðani drúgva verkfallið í vár.
Tað hevur víst seg at vera sera trupult at pilka við hesi viðurskiftini og mangan hevur kjakið verið heitt. Men tað  tykist  sum um at teir ymsu partarnir liggja í hvør sínari skotgrøv og leggja alla orku í at verja seg og síni og tí er trupult at fáa partarnir at tosa saman.
 
Kortini á borðið
Nú ætlar javnaðarflokkurin at fáa kortini á borðið. Flokkurin ætlar at fáa greiði á, hvørja støðu, teir ymsu partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava og hvørja støðu politikararnir hava til hetta viðkomandi málið. 
Tí skipar flokkurin fyri stórum almennum pallborðsfundi um arbeiðsmarknaðin í útvarpshøllini í Havn mánakvøldið klokkan 19.30.
Tað, sum fundurin skal royna at fáa greiði á er stutt og greitt:
Hvat kann gerast fyri at fáa betri lag á føroyska arbeiðsmarknaðinum? Ætlanin er, at tosa um, hvussu ósemjur ímillum partarnir skulu avgreiðast, bæði ósemjur í sjálvum sáttmálaskeiðnum og ósemjur undir sáttmálasamráðingum.
Ætlanin er eisini at tosa um, hvussu álit kann skapast ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og ímillum teir og politiska myndugleikan, fyri at fáa eitt støðið at menna ein framrættaðan arbeiðsmarknaðarpolitikk á
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Óvanligur fundur
Men hetta verður ikki ein vanligur pallborðsfundur.
Á hesum fundinum koma luttakararnir at sita við trý ymisk pallborð, sum fara at greiða frá og at seta hvørjum øðrum spurningar.
Og at enda verður so eitt politiskt umfar, har politikararnir sleppa at siga sína hugsan, tí tað er í síðsta enda teir, sum koma at taka avgerðina.
Endamálið er at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram í stuttum og greiðum grundgevingum, sigur Hans Pauli Strøm skrivari hjá javnaðarflokkinum 
Hann sigur, at Helgi Jacobsen, útvarpsmaður fer at stýra fundinum við fastari hond, so tað verða ikki stundir til langar fyrilestrar.
- Vit skulu hava sjónarmið á borðið, stutt og greitt og tað verður ikki rúm fyri uttanumtosi.
Hann sigur, at á hesum fundinum fáa politikarar, partarnir á arbeiðsmarknaðinum og serfrøðingur eitt sjáldsamt høvi at sita andlit til andlit og tosa um viður
Ætlanin er eisini, at fundarfólki skal sleppa at seta teimum, sum manna pallborðini spurningar.
Pallborðini verða mannað soleiðis:
 
Pallborð 1: Partarnir á arbeiðsmarknaðinum:
·        Ingeborg Vinther, Føroya Arbeiðarafelag
·        Gunnleivur Dalsgarð, Starvsmannafelagið
·        Bjørgfríð Ludvig, Vinnuhúsið
·        Thomas Magnussen, Fíggjarmálaráðið
 
Pallborð 2: Serfrøðingar
·        Eyðfinnur Jacobsen. løgfrøðingur
·        Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur
 
Pallborð 3: Politikarar
·        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fólkaflokkurin
·        Hans Pauli Strøm, floksskrivari, javnaðarflokkurin
·        Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, sambandsflokkurin
·        Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, tjóðveldisflokkurin<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
 
Myndatekstur:
 
Serliga drúgva verkfallið í vár hevur ført til drúgvt, og stundum ógvuliga hart kjak um viðurksifitini á arbeiðsmarknaðinum. Fundurin mánakvøldið kann verða eitt veruligt stig á leiðini at fáa partarnar at skilja hvønn annan betri og at nærkast hvørjum øðrum. Her standa verkfalsfólk og blokera Shell á Viðarnesi