Starvssetan
Nú málið um landsantikvarin hevur verið til umrøðu í Magistarafelagnum, ið krevur, at landsstýrismaðurin tekur setanina aftur, og landsstýriskvinnan kortini stendur føst við sítt hava vit spurt Anfinn Kallsberg, løgmaður, hvat hann nú fer at fyritaka sær í málinum.
Løgmaður sigur, at hann heldur fast við sítt, at hann vil hava øll skjøl í málinum frá Mentamálastýrinum, tí tað sum ein partur av tí eftirlitsarbeiði, sum áliggur honum sum løgmaður og arbeiðsgevari hjá landsstýrismonnum, tá eitt slíkt mál tekur seg upp.
Uppá fyrispurning hvat løgmaður sigur til, at landsstýriskvinnan stendur fast við sína avgerð og at hon nú fer at hyggja nærri at embætisførsluni hjá sínum embætisfólkum sigur løgmaður, at tað skal í hvussu er nógv til fyri at siga teimum úr starvi.
-Tað at tú hevur embætismenn sum tænastumenn er júst fyri, at teir skulu brúka sína fakligu kompetansu uttan at skula hugsa um, at teir kunnu verða sagdir upp uppá null og nix. Tí hevur tú embætismenn so tætt upp at einum landsstýrismanni.
Løgmaður hevur annars í brævi dagfest 5. ferbruar biðið landsstýriskvinnuna um at fáa frágreiðingina um málið og fær hann hana í vikuni.
Men er løgmaður vísur í, at hann fær øll viðkomandi skjøl og allar upplýsingar til tess at kunna taka eina nøktandi avgerð í málinum?
-Tá eg fari inn í eina slíka sak, so er tað tí, at eg skal hava alt á borðið. Men eg havi ikki somu heimildir sum eitt nú ein kanningarstjóri hevur. Men eg fari at syrgja fyri at fáa tað innlit, sum eg skal hava.
Uppá fyrispurning um løgmaður torir at seta sjálva samgonguna uppá spæl kemur tað so langt í hesum málinum sigur Anfinn Kallsberg:
-Skal eg svara generelt uppá handa spurningin kann eg bara siga, at tað verður yvirhøvur ikki hildið hondina yvir nøkrum, sum kemur fram og sum kann skjalprógast er lógarbrot, uttan mun til hvør landsstýrismaðurin er. Tað vil vera ein uppsøgn. Vit hava fyrr hava sæð samgongur rokið uppá uppsøgn av einum landsstýrismanni. Tann váðin er altíð. Men tað skal undirstrikast, at tað er ikki ólógligt ikki at fylgja setanarpolitikkinum.
Løgmaður sigur annars, at tað skulu ógvuliga vektigar grundir til at ganga ímóti eini einmæltari og kvalifiseraðari innstilling, tá eitt starv skal setast.
Tað er tí, at tú skal ikki hava nakran iva um, at tað liggja politisk motiv aftanfyri eini starvssetan.
Løgmaður leggur dent á, at hevur tú ein setanarpolitikk, so má hann eisini fylgjast. Verður hann ikki tað, so er eingin grund til at hava ein slíkan politikk. Men tað vil løgmaður so kortini.
Politisk setan!
Nú nógv av orðaskiftinum hevur snúð seg um eina politiska setan og hvat liggur í hesum spurdu vit løgmann, hvat hann meinar við, tá hann brúkar vendingina politisk motiv fyri eini setan.
-At hava politisk motiv við eini starvssetan er, at tú krevur eina starvssetan við einum serstøkum politiskum útviklingi fyri eygað.
-Hevur tú varhugan av, at hetta liggur aftanfyri?
-Tað kann eg einki siga um enn, tí eg veit tað ikki. Eg havi bara sagt, at tær vanligu mannagongdirnar viðvíkjandi setanarpolitikkinum eru ikki fylgdar í hesum førinum. Tá tað kemur ein einmælt innstilling, so plagar hon at verða fylgd.
-Nú hava fleiri viðmerkjarar í bløðunum og eisini landsstýriskvinnan sjálv borið uppá mál, at setanarnevndin hevur ikki gjørt sítt arbeiði gott nokk og róð verður eisini framundir, at fólkini í setanarnevndini eru ikki neutral men taka sjálv politisk atlit?
-Í seinasta lagi er tað eisini landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av eini setanarnevnd. Tað man skal hava fyri eygað er, at tú fær eina slíka nevnd soleiðis samansetta, at tú burtur úr hasum fólkunum kann finna tey røttu fólkini til at seta teir røttu spurningarnar til eitt starv, sum er lýst leyst.