Hóskvøldið telvaði Helgi ímóti Jaan Ehlvest úr Estland, sum er millum 100 teir sterkastu telvararnar í heiminum, og hóast Helgi hevði svarta fólkið eydnaðist tað honum at telva javnt.
Nú Helgi hevur telvað ímóti fýra stórmeistarum, hevur hann tvey stig, og tað er nógv meira, enn nakar kundi droymt um.
Flóvin Tór Næss sigur við heimasíðuna hjá Talvsambandinum, at avrikið hjá Helga nakað heilt serligt.
Tað er ein nógv størri sensatión, at Helgi hevur tvey tvey stig aftaná at hava telvað ímóti fýra stómeistarum, enn at hann vann tað eina talvið ímóti Timman, sigur Flóvin Tór Næss.
Heini Olsen tekur undir við Flóvini.
Hetta er nakað heilt serligt. Ongantíð hevur nakar føroyingur staðið seg so væl fyrr, sigur hann www.faroechess.com.
Í 5. umfari í dag telvar Helgi við hvíta fólkinum í móti altjóða meistaranum IM Bjørgvin Jonsson úr Íslandi, sum hevur eitt styrkital uppá 2392.