Formaðurin í Mentanarnevndini, Bill Justinussen, tekur ikki atfinningarnar frá samgongu og andstøðu til eftirtektar, eftir at málið um nýggjan miðnámsskúla var til 1.viðgerðar í løgtinginum hósdagin. Tá fanst millum annað Annika Olsen úr Fólkaflokkinum at uppskotinum, tí peningur er ikki settur av til keyp av innbúgv og KT til skúlan. Hon segði seg tí vera púra vísa í, at ein umsókn um eykajáttan fer at koma omaná verandi uppskot.
- Tað er ikki óvanligt at halda KT og slíkt burtur frá tílíkum verkætlanum. Tað verða minst fimm ár til vit skulu taka støðu til, hvørjar íløgur skulu gerast í KT og innbúgv. So talan verður ikki um eina umsókn um eykajáttan, men um eina játtan, segði Bill Justinussen, við Rás 2 í gjár. Og hann vísti á, at hetta er vanlig mannagongd í slíkum førum, av tí at tøkniliga menningin er so skjót, at tað ber ikki til at siga longu nú, hvussu stórar upphæddir talan verður um til ta tíð.









