Vanligir tjóðveldismenn og onnur

Klingran í Norðurlandahúsinum er mikukvøldið tann 16. juni klokkan 19.00 karmur um kvøldsetu, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Sagt verður, at tað verða ikki politikarar, sum fara at røða á kvøldsetuni, men vanlig fólk; vanlig fólk, sum arbeiða í kommununi og hjá kommununi, og sum "hava dagligt samband og samskifti við havnarfólk og vitjandi í býnum." Nomið verður við evni sum heilsu, trivnað, samferðslu, umhvørvi, mentan og menning. Skráin er ikki drúgv, tí allar røðurnar eru um tíggju minuttir. Røðarar eru Súsanna á Brúsoyri, Johan í Kollafirði, Wanja Petersen, Ingigerð á Trøðni, Finnur Jensen og Asta Hjelm.

hkm