Vanligir føroyingar eiga at sleppa at keypa í Atlantsflog

Løgmaður heldur, at almenningurin í Føroyum eigur at sleppa at keypa partabrøv í Atlantsflogi

Einskiljing av Atlantsflogi

 Eg kann vissa øll um, at vit taka ongi óráð fyri, nú ætlanin er at einskilja Atlantsflog.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er fullgreiðir yvir, hvønn týdning Atlantsflog hevur fyri føroyska samfelagið og fyri lokalsamfelagið í Vágum.
Tí ætlar landsstýrið at tryggja, at áhugamálini hjá føroyska samfelagnum sum heild, verða tryggjað, nú ætlanin er at einskilja Atlantsflog.
Hann sigur, at tí er eisini ætlanin at seta treytir við einskiljingini.
 Tað kann ganga útyvir prísin, men prísurin hevur ikki alt at siga, tí tey samfelagsligu atlitini eru avgerandi, staðfestir hann.
Sunnudagin var løgmaður í Vágum og greiddi vágafólkið frá ætlanini at einskilja eitt av teirra størstu og tryggastu arbeiðsplássum við 150 arbeiðsplássum.
Og har kundi hann sissa tey við, at einskiljingin av Atlantsflogi skal vera ein tilgongd, sum landsstýrið fer at hava fult tamarhald á.

Vanligi føroyingurin høvi at keypa
Hvussu einskiljingin verður, er ikki greitt enn.
 Útgangsstøðið er eitt uppskot frá vinnumálaráðnum um at selja 64% av Atlantsflogi. Sostatt skal landið hava 34% eftir og tað merkir, at landið kemur at hava blokerandi minniluta. Av tí sama kunnu ongar týðandi avgerðir takast, uttan at landstýrið samtykkir tað.
Harafturat er ætlanin at gera ein partaeigarasáttmála, sum áleggur nýggja eigaranum ávísar treytir.
Uppskotið um at einskilja Atlantsflog, er nú til hoyringar í politisku flokkunum og tað verður eisini sent andstøðuni.
 Men tað verður Løgtingið, sum ger av, hvussu Atlantsflog verður einskilt og, hvørjar treytir skulu fylgja við.
 Landsstýrið heldur í øllum førum, at ein treyt fyri at einskilja Atlantsflog, skal í hvussu so er verða, at Atlantsflog skal hava høvuðsstøð í Vágum og at rutunetið skal ganga út úr Føroyum, sigur løgmaður.
Løgmaður sigur, at annars er javnaðarflokkurin sinnaður at tosa um, hvussu stórur partur av Atlantsflog skal einskiljast.
 Annars haldi eg, at tað er skilagott, at ein partur av Atlantsflog verður lýstur alment til sølu í Føroyum so at eisini meinigi føroyingurin fær høvi at keypa partabrøv.
Hann heldur at tað kunnu vera nógvir føroyingar, sum hava hug at verða partaeigarar í Atlantsflogi.
Hvussu stórur partur av Atlantsflogi skal lýsast alment til sølu, veit hann ikki.
 Kanska kunnu eini 20% av Atlantsflogi verðið selt alment í Føroyum umvegis virðisbrævamarknaðin, so at hini 44% verða seld aðrar vegir.

Hetlendingar áhuga í Atlantsflogi
Jóannes Eidesgaard heldur, at skulu vit hava ein útlendskan samstarvsfelaga til Atlantsflog, skal tað helst vera ein, sum vit hava fyrimun av at samstarva við.
 Tað kann vera, at tað hevði verið heppið at vit fingu ein samstarvsfelaga úr einum minni samfelag. Vit hava frammanundan gott samstarv við Hetlendingar um Smyril Line og eg veit eisini, at tað er ein rættiliga stórur áhugi í Hetlandi fyri Atlantsflogi.
 Tað kundi verið ein stórur fyrimunur at samstarva tann vegin um Atlantsflog eisini, tí Hetland er eitt lítið samfelag, sum líkist okkara og har tað er ein stórur fyrimunur, at vit kenna hvønn annan rættiliga væl.
Annars staðfestir løgmaður, at tað er landsstýrið, sum selur og sum tískil hevur fult tamarhald á søluni og sum sostatt eisini ger av, hvønn selt verður til.
-- Tí er tað ikki sagt, at vit vit skulu stúra so illa fyri, at okkurt stórt flogfelag keypir Atlantsflog so at tað hvørvur og kanska meiri ella minni, sum frálíður, endar uttanlands.