– Hetta er eitt uppskot, sum vendir púra øvugt.
Tað er skoðsmálið, sum Magn hevur ætlanini hjá landsstýrinum at geva Sev møguleikan at lækka prísin á streymi til elbilar og hitapumpur.
Tey í Magn halda, at hetta fer at styrkja enn meira um sína støðuna hjá SEV, og samstundis sum at SEV nú sleppur at geva avsláttur, alt eftir hvussu fíggjarliga støðan hjá teimum er.
Leiðslan í Magn vísir á, at skulu summi fáa bíligan streym frá SEV, er tað onkur annar, sum skal skal gjalda rokningina, tí minkar inntøkan á einum øki, skal hon vinnast inn aftur onkra aðra staðni.
Og tey í Magn eru sannførd um, at tað verða tey, ið ikki hava ráð at fáa sær elbil ella hitapumpu, ið koma at gjalda fyri tey, sum hava ráð. Og tað merkir, at vanligi borgarin kemur at gjalda fyri tey vælbjargaðu »ið hava ráð at vera idealistar«, sum tey orða seg.
Í hesum sambandi er tað sannlíkt, at vinnulívið fer at fáa hægri streymrokning frá SEV fyri at fíggja avslátturin, og tað fer so aftur at ávirka kappingarførið og vælferðina hjá føroyingum sigur Magn í atfinning síni.
Landsstýrið sigur, at endamálið er stuðla upp undir at føroyingar fara at brúka grønar orkukeldur. Men tey í Magn siga, at hetta uppskotið veitir als ongin trygd fyri tí.
– At SEV selir meira streym, er ikki nøkur trygd fyri at Føroyar vera meiri grønar, siga tey í Magn.
Tey vænta tvørtur ímóti, at t á ið roknskapurin hjá SEV verður tøkur, fer hann at vísa, at SEV hevur ongantíð brúkt meira tungolju enn akkurát nú. Tungolja á Sundi økir ikki bara um útlátið, tað dálkar eisini nærumhvørvið, við øðrum eitrandi evnum, siga tey í Magn