Vanligar ljósperur bannaðar í ES

Um tvey ár verður ikki longur loyvt at selja vanligar ljósperur. Tað hava orkumálaráðharrarnir í ES gjørt av, skrivar Vinnuhúsið. Roknað verður við, at vanligu ljósperurnar brúka upp til fimm ferðir so nógva orku sum tær nýggju orkusparandi perurnar.

Orkufelagsskapir vænta, at skiftið til nýggju perurnar kann minka orkunýtsluna, ið ES-londini brúka til ljós, við 60% um árið, og at árliga sparingin í CO2 verður 30 milliónir tons.