Tað verður ofta tikið til, at menn lova olmussur burtur, tá nógv stendur á, og soleiðis tóktist tað eisini vera í skiftirúminum hjá B36 eftir dystin leygardagin.
Meðan spælararnir í ovfarakæti feiraðu gullið, komu brádliga eini heldur óvanlig boð inn í skiftirúmið. Ein av viðhaldsmonnunum hjá felagnum, sum eisini er koyrilærari, segði stutt og greitt, at um nakar B36'ari ikki hevði koyrikort, so var bara at tekna seg til frálæru hjá honum. Kostnaðin skuldu teir í øllum førum ikki hugsa um, helt hann.
Og tað var í øllum førum nakað, sum fall í góða jørð. Fleiri av yngstu monnunum hava enn ikki koyrikort, og tí kom hetta væl við hjá hesum.
Og eisini seinni um kvøldið fingu teir áminning um, at hetta var nakað heilt serligt.
Sonny Johannesen hevur í mong ár verið ein av dyggastu B36-viðhaldsmonnunum, og nú gullið var komið til høldar, vildi hann eisini sleppa at heiðra liðnum.
Hetta varð gjørt á tann hátt, at allir spælarar vórðu bodnir heim til hansara til ein bita, áðrenn farið varð í B36-húsið. Og tað skuldi merkjast, at talan var um gullveitslu. Spælararnir fingu nevnliga knív og gaffil úr 24 karat gullið, tá maturin stóð á borðinum.
- Hetta er bestikk, sum eg keypti konuni í 1984. Tá hevði eg við Snodda júst gjørt besta túrin, sum nakað føroyskt skip hevði gjørt fram til tá, og tí vildi eg keypa eitt hvørt minni um hetta. Tað bleiv so til hetta settið úr gulli, sum eg gav konuni. Men eg veit ikki. Hon hevur ongan tíð vilja brúkt tað, so nú helt eg, at spælararnir skuldu fáa æruna av hesum, staðfesti fegni B36'arin og rokskiparin.