Óvanliga turt í Portugal

Tað hevur verið so turt í Portugal tær seinastu vikurnar, at februar gjørdist tann turrasti tey seinastu 80 árini. Avleiðingin er, at gras- og skógareldar herja partar av landinum, og og tí er stórur vandi fyri, at grøðin hjá bøndrunum fer upp í royk. Tað er serstakliga óheppið í einum landi, sum hevur stórar búskapartrupulleikar at stríðast við.

Veðurvánirnar boða heldur ikki frá góðum. Heldur tvørturímóti, tí veðurmenninir vænta, at tað verður minst líka turt tann næsta mánaðin eisini.

Tað var eisini óvanliga turt í Portugal í 2005, og tann turkurin kostaði samfelagnum næstan 300 milliónir evrur. Serfrøðingar siga, at støðan verður ikki so álvarssom hesaferð. Kortini umhugsar portugisiska stjórnin at biðja ES-nevndina um hjálp.