Óvanliga stórt trýst á samarittunum til Voxbotn

Samarittarnir hjá Reyða Krossi viðgjørdu 68 skaðar á Voxbotn, og teir vóru undir trýsti frá byrjan til endan

Leygarkvøldið var stóri konsertdagurin, Voxbotn 2019, á skránni í Vágsbotni í Havn. Sum vanligt er til øll stór tiltøk, varð trygdin sett í hásæti, og hetta vóru samarittarnir serliga við til at tryggja.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi høvdu óvanliga nógv at gera til Voxbotn í ár, sambært vaktleiðaranum hjá samarittunum. 

- Sum heild gekk tað væl. Men tað plagar ikki at vera so nógv trýst á til Voxbotn. Tað var trýst á frá byrjan til enda, og vit vóru longri á vakt, enn vit plaga, sigur Mariann Øster, vaktleiðari, við Sosialin.

68 viðgerðir

Har vóru rættiliga nógv fólk, sum fingu skaða. Tilsamans tóku teir sær av 68 viðgerðum.

- Av teimum høvdu vit eini 4-5 fólk, sum vóru millum 14 og 18 ár, tí tey vóru so dýrandi full. Annars hava vit havt fólk í øllum aldri til viðgerð, sigur Mariann Øster.

Hon sigur, at talan var um nógvar smáskaðar, og størru skaðarnir stóðust eitt nú av, at fólk duttu og smekkaðu høvdið í.

- Vit høvdu fleiri beinbrot eisini, og sum heild má sigast, at vit hava sæð ógvusligari skaðar, enn vit plaga, sigur Mariann Øster, sum metir orsøkina vera, at tað var so trongt í Vágsbotni.

Samarittarnir eru fleiri í tali, men teir kundu væl hugsa sær, at fleiri fólk blivu samarittar.

- Vit kundu væl brúkt fleiri samarittar á vaktini. Av tí at vit vóru so fá, máttu vit raðfesta, hvat vit gjørdu av at fara út til, og hvørjar uppgávur vit tóku inn í posthúskjallaran, sigur Mariann Øster.