Vit hava í Føroyum eina heilt serliga søgu við eini sera álvarsamari sjúkufremjandi bakteriu, sum er matvøruborin.
Tað staðfestir Granskingarráðið í eini fráboðan í morgun.
Tað tey hugsa um, er serliga bakterian, Clostridium botulinum, sum kann geva botulismu, á donskum kallast tað "pølseforgiftning".
Søgan um hesa lívshóttandi sjúku í Føroyum er nú komin út í eini vísindaligari grein í
Í greinin verður samband knýtt millum skeiva handfaring av skerpikjøti og tilburðirnar av botulismu.
Høvundarnir eru allir í starvi á Landssjúkrahúsinum, teir eru Anirban Nandy, lækni, Høgni Djurhuus, yvirlækni og Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d.
Og teir staðfesta, at níggju tilburðir av boutulismu í Føroyum hesi 20 árini frá 1988 til 2007, eru óvanliga nógvir tilburðr, tá ið vit hugsa um, at tað búðu færri enn 50.000 fólk í Føroyum