Veðurfrøðingarnir á amerikanska veðurstovninum í Miami vænta, at millum 11 og 15 tropiskir stormar fara at gera um seg yvir Atlantshavinum í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 30. november í ár, og at millum seks og níggju teirra fara at menna seg til veruligar ódnir. Tvær av hesum ódnunum verða eftir øllum at døma ógvusligar. Tað merkir, at vindferðin verður minst 178 kilometrar um tíman.
Vanliga eru níggju tropiskir stormar yvir Atlantshavinum um árið. Seks teirra plaga at menna seg til ódn, og tvær teirra plaga at vera serliga ringar. Men her verður ein broyting í ár, siga amerikansku veðurfrøðingarnir, og teir hava eisini eitt boð uppá, hví so er.
Tað eru tvinnar orsøkir, siga teir. Onnur er, at tað serliga veðurfyribrigdið við veksandi hita í Kyrrahavinum, El Nino, viknar. Ístaðin fáa vit tað, sum veðurmenninir rópa El Nina, sum elvir til fleiri stormar og ódnir. Hin orsøkin er, at sjógvurin har á leiðini er heitari enn vanligt.
Hagtøl hjá amerikanska veðurstovninum vísa, at talið á tropiskum stormum og ódnum er vaksið munandi síðani 1995.