Óvanliga nógv trýst á vatninum

Summastaðni fóru pakningar og vatnið fleyt upp í kjallarar

Nógv trýst var á vatninum í miðbýnum í Havn í gjár, og in.fo hevur fingið fráboðanir um, at ymsastaðni stóð vatnið upp í kjallarum.

Viggo Christiansen, leiðari í vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu, váttar, at trupulleikar vóru við vatninum í gjár.

Trupulleikin var eftir øllum at døma við einum sokallaðum reduktiónsventili úti á Landavegnum, sum var farin.

– Vit høvdu trupulleikar úti á Landavegnum í gjár. Í sambandi við at vegurin verður breiðkaður varð ein brandpottur fluttur longur út, og tí varð sløkt fyri vatninum. Tá vatnið varð tendrað aftur, vóru trupulleikar við einum reduktiónsventili við Vesturkirkjuna.

Vatnið í Havn kemur frá goymslubrunnum uttan fyri Havnina, og trýstið á vatninum veksur eitt bar fyri hvørjar 10 metrar, ið vatnið rennir oman móti býnum. Tí er neyðugt við reduktiónsventilum á ymsum støðum, sum minka um trýstið, áðrenn vatnið kemur í kranarnar og annað.

Tað var júst ein tílíkur ventilur, sum var farin í gjár, og úrslitið var, at vatntrýstið niðri í miðbýnum var óvanliga høgt.

Viggo Christiansen ger tó greitt, at trupulleikin varð loystur sum skjótast, og vatntrýstið er nú, sum tað skal vera.