Óvanliga nógv telduálop á Bretland

Bretska fregnartænastan MI5 hevur úr at gera við at steðga telduálopum á ídnaðarfyritøkur og almennar stovnar. Tað sigur stjórin í fregnartænastuni, Jonathan Evans.

MI5-stjórin sigur, at tað eru ikki bara brotsmenn, sum standa fyri telduálopunum á Bretland, men eisini myndugleikar í øðrum londum.

Jonathan Evans (myndin) sigur, at tað ræður ikki bara um at forða tjóvunum at fáa fatur á loyndarmálum hjá ídnaðinum, men at tað er ikki minni umráðandi at forða fyri, at viðkvæmar almennar upplýsingar enda hjá brotsmonnunum.