John Johannessen
Trongt var út eftir molanum í Havn fríggjadagin. Har lá ein røð av útlendskum skipum. Flestu teirra vóru íslendsk og donsk nótaskip, ið vóru komin inn á Havnina at bunkra. Men vóru eisini ein russiskur trolari, ið var komin at landa, og eitt skotskt havrannsóknarskip, ið var komið á vitjan.
Asbjørn Heinesen á havnarskrivstovuni sigur tað vera heilt tilvildarligt, at tað vóru so nógv skip á Havnini fríggjamorgunin. Hann sigur, at tað vanliga koma nógv skip á Havnina, men tað er ógvuliga sjáldsamt, at so nógv skip koma í senn.
Skipini liggja kortini ikki leingi á Havnini, tá tey koma. Íslendsku nótaskipini skuldu avstað aftur beinan vegin, tey høvdu bunkrað, men kortini skuldu donsku nótaskipini verða liggjandi til mánadagin. Orsøkin til hetta er, at tað eru so nógvir føroyingar við donsku skipunum, og ynskja hesir at steðga eina løtu, tá teir eru í Føroyum.