Óvanliga nógv fólk vitja í Svínoy

? Tað hava ikki verið so nógv fólk í oynni í nógv ár, sigur Jógvan Edmund á Geilini, sum er bygdaráðsformaður í Svínoy.

Hóast svínoyingar fingu framkomið internetsamband fyrr í summar, nýtist teimum ikki at fara á netið fyri at samskifta við fólk úr øðrum plássum í Føroyum.

Svínoyingar hava nevniliga havt óvanliga nógvar gestir í oynni higartil í summar.

? Tað hava ikki verið so nógv fólk í oynni í nógv ár, sigur Jógvan Edmund á Geilini, sum er bygdaráðsformaður í Svínoy.

Hann sigur, at fólk eru í øllum húsunum í Svínoy, og talan er serliga um føroyingar.

? Summi eru og vitja skilfólk her, men her eru eisini onnur, sum ikki hava tilknýtið til staðið sum so, sigur hann.

Nakað av útlendingum vitja, men serliga eru tað føroyingar, sum koma til Svínoyar.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder