Óvanliga nógv beinbrot

Annað jólakvøld var so hált, at fleiri fólk brutu beinini, og fimm teirra so illa, at tey vórðu løgd undir skurð

Hálka: Tað er heilt vanligt, at fólk glíða í hálku og fáa onkran snudd.


Tey flestu fáa bara ilt, og tað, sum Landssjúkrahúysið kennir mest til av skaðum er, at fólk fáa skaða í armliðini ella bróta okkurt á ørmunum.


Men annað jólakvøld var øðrvísi.


Heilt nógv fólk vóru í býnum, og tað var so hált, at illa gekk at standa á beininum.


Jóhannes Mortensen, ortopedsiskur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum hevur einki tal fyri, hvussu nógv fólk vóru á skaðastovuni við skaða, tí tey vóru dottin.


−     Men fimm vóru dottin so illa, at tey høvdu brotið sær beinið, vórðu inløgd og løgd undir skurð, sigur Jóhannes Mortensen.

Størsti parturin av teimum fólkunum, sum duttu, kláraðu seg við tí hjálp, skaðastovan kundi veita teimum.


Armarnir hildu

Eingi armbrot vóru.


−    Tað var so mikið hált, at tey duttu, áðrenn tey fingu sett hendurnar fyri seg, sigur Jóhannes Mortensen.


Hann veit ikki um so nógv breinbrot út í eitt. Óhappini hendu líka frá 2. jólakvøld til mánanáttina. Flestu teirra, sum komu á sjúkrahúsið, vóru blaðung fólk, sum vóru farin í býin, og øll vóru ikki skødd til at ganga úti á hálum vegum. Onkur tilkomin fólk fingu eisini skaða, men flestu teirra mundu halda seg heima, tí tað var so hált, sigur Jóhannes Mortensen.