Aftur í dag standa nógvir bilar í kø til at sleppa til kanningarstøðina á Landssjúkrahúsinum, har hundraðtals føroyingar í hesum døgum lata seg kanna fyri covid-19.
Bæði í gjár og í fyrradagin var køin long, men í dag er hon væl longri. Køin gongur í skrivandi stund allan vegin niðan eftir Marknagilsvegnum og framvið Glasir.
Tað tekur eina góða løtu, inntil mann sleppur framat í Landssjúkrahúsinum. Fleiri, sum vit hava snakkað við, siga, at stóðu í kø í minsta lagi í fýra tímar í gjár.
Her eru nakrar myndir frá í dag:
##med2##
##med3##
Køin á Tvøroyri er eisini sera long í dag. Heilt út um kirkjuna:
##med4##