Liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, hevur fingið leikbann í seks dystir, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort aftaná dystin móti B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Leikbannið merkir, at landsliðsmiðverjin ikki sleppur at spæla aftur fyrr enn á ólavsøku.
Hendingin sæst á brotinum omanfyri frá 2:35.20
- Hatta er langt í mínum oyrum, men nú hyggja vit upp á tað og um vit fara kæra. Nú mugu vit síggja um tað eru nøkur fordømi, men seks dystir ljóðar óvanliga langt í mínum oyrum, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB.
Les eisini: Eg havi dummað meg
Tað var eftir sermerkta dystin móti B36 í steypakappingini, at Jóhan Troest Davidsen fekk reytt kort, tá hann í øðini eftir dystin kom ov tætt upp á dómaran við peikifingrinum.
- Eg var óður og vónbrotin. Eg hevði peikifingurin frammi og kom ov nær dómaranum. Hann fær als einki mein av hendingini, men eg havi dummað meg og viðgangi tað, segði Jóhan Troest Davidsen dagin eftir dystin.
HB kann kæra dómin, tí leikbannið er yvir tríggjar dystir.