Óvanliga kalt í Vesturgrønlandi

Køld luft úr Kanada hevur gjørt, at tað hevur verið óvanliga kalt í Vesturgrønlandi teir seinastu dagarnar, og sambært veðurmonnunum heldur kuldin fram einar fjúrtan dagar afturat.

Teir fyrstu dagarnar í mars frysti tað 18 stig í meðal í Nuuk, og er 10 stig kaldari enn meðal. Jørgen Thomsen á donsku veðurstovuni sigur við grønlendska kringvarpið, at tað ikki óvanligt, at tað er so kalt nakrar dagar í Vesturgrønlandi um hesa tíðina, men tað er ikki vanligt, at kuldin liggur so leingi sum hesaferð, sigur hann.

Tann nógvi kuldin darvar strandferðsluni nógv. Eitt nú er ikki siglandi til Narsarsuaq, Qassiarsuk ella Kangilinnguit fyri ísi, og farmaskipið Mary Arctica, sum skal til Danmarkar, liggur veðurfast í Narsaq, skrivar KNR.