Dagurin í gjár var óvanliga heitur í útsynningspartinum av Evropa. Nógvastaðni í Spania og Portugal fóru hitamátararnir upp um 30 stig, og tað er óvanliga heitt hesa tíðina á árinum.
Danska veðurstovan skrivar, at tann nógvi hitin kemur úr Norðurafrika. Heitast var í Andujar har suðuri í Spania. Har fóru hitamátararnir upp um 35 stig seinnapartin í gjár, sum er heilt óvanligt so tíðliga á árinum.
DMI sigur, at hitin fer at breiða seg upp ígjøgnum Miðevropa teir næstu dagarnar. Danir fáa ikki so nógvan hita, men í morgin kunnu teir donsku hitamátararnir toga í 20 stig, sigur DMI.