Tað hevur ongantíð verið so heitt í Eysturgrønlandi um summarið sum í ár. Hitamátingarnar fyri mánaðirnar juni, juli og august vístu, at hitin var millum 0,5 og 1,5 stig oman fyri meðalhitan tey seinastu 50 árini, sigur KNR.
Tað óvanliga lýggja veðrið sæst aftur í náttúruni. Jøkulin Mittivakkat er minkaður einar 35 metrar í ár, og tað er tvær ferðir meiri enn onnur ár.
Mátingar vísa, at jøkulin er ongantíð minkaður so nógv eftir einum ári tey seinastu 75 árini, sigur grønlendska kringvarpið.