Var skjálvtin uppi á landi, hevði hann gjørt stóran skaða Ein harður jarðskjálvti var í nátt nærhendis Svalbard, og sambært norskum jarðfrøðingum var hetta helst tann harðasti jarðskjálvtin á norskum øki í nýggjari tíð. Umframt sjálvan høvuðsskjálvtan vóru næstan 15 veikari skjálvtar.
Miðdepilin í skjálvtunum var undir havbotninum einar 75 fjórðingar í landssynning úr Longyarbýnum á Svalbard, og fyribilskanningar benda á, at sjálvur høvuðsskjálvtin var 6,2 á Richter-stiganum.
Jarðfrøðingurin Konrad Lindholm sigur við norska kringvarpið, at hevði miðdepilin í høvuðsskjálvtanum verið uppi á landi, hevði skjálvtin gjørt stóran skaða.










