Innflutningurin til vanliga húshaldsnýtslu minkar alla tíðina, bæði í nøgd og í krónum, sigur Poul Michelsen, forstjóri í PM Heilsølu.
Tí sær tann heilsølan einki til flatskattin. Sølan minkar.
Í tíðarskeiðinum frá januar til 1. desember 2011 innfluttu vit húshaldsvørur fyri 1.163 mió. krónur. Sama tíðarskeið árið eftir var upphæddin 1.158 mió. krónur.
- Húshaldsvørur eru basisvørur, sum øll skulu hava. Tað kann eisini sigast upp á tann mátan, at fyri tað um fólk hava meira pengar, keypa tey ikki fleiri epli, sigur Finn Nielsen, stjóri í Føroya Keypssamtøku.
Hann sigur, at sølan av matvørum er ógvuliga jøvn frá einum ári til annað. Tað var bara í kreppuni fyrst í 90-árunum, at sølan fall heilt nógv.
Men tað merkist, at nógv fólk eru varin og leggja um til at keypa bíligar vørur, sigur Finn Nielsen.