Sunnudagin fyllir Karl Jacob Sigvardsen frá Gjógv 100 ár. Hann er fjórða fólkið við Gjógv, sum rundar øldina seinastu 30 árini.
Í samband við hundrað ára dagin verður eitt sindur gjørt burtur úr við Gjógv, sigur Sofus Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri í Gjáar Kommunu og núverandi bygdarráðslimur í Sunda Kommunu, sum Gjógv nú er uppií.
?Vit gera, sum vit plaga, sigur hann. Hvør skal siga: Nú hava vit venjingina.
Dagurin byrjar við guðstænastu í Gjáar kirkju á middegi, har Emil Olsen, sóknarprestur fer at prædika.
Klokkan 13.30 bjóðar kommunan døgurða fyri øllum, sum hava hug at heilsa upp á Karl Jacob. Døgurðin verður í Gjáar Samkomuhúsi.
Eftir døgurðan verður farið niðan á Gjáargarð at drekka kaffi, og har verður Karl Jacob eisini staddur og tekur í móti fólki, sum kemur at heilsa honum á hesum stóra degnum.
Almenna hátíðarhaldið endar klokkan 17.00, sigur Sofus Johannesen, bygdarráðslimur.
Veðurmenninir lova rímilig líkindi, og einki skuldi verið til hindurs fyri at koyrt til Gjáar hendan dagin. Og bygdin fer flaggskrýdd at taka væl í móti øllum gestunum, sum kama framvið, sigur Sofus Johannesen, bygdarráðslimur.