Óvanlig lembingartíð

Íslendski bóndin Sigursteinn Sveinbjörnsson gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann fyrraprtin fór burtur í haga og fann eina ær við tveimum smálombum. Sigursteinn, sum er bóndi í Lítlu Ásvík, gjørdi alt fyri eitt av at taka ærina og lombini inn, tí veðurmenninir siga frá høgætt og kava.

Í Íslandi eins og í Føroyum lembir seyðurin um várið, og tað er sjáldsamt, at tað hendir um heystið. Blaðið Vísir vísir tó á, at hetta er hent júst í Lítlu Ásvík fyrr, tí í 2004 lembdi ein ær har um heystið. Eisini ta ferðina var tað ein tvílemba.