Edwin Holmes-halastjørnan er nú so klár, at í góðum sýni sæst hon við berum eygum. Stjørnan er uppkallað eftir Edwin Holmes, sum rakti við hana í 1892. Í mong ár hildu fólk, at hon var horvin, tí hon var ikki at síggja, men í 1964 funnu vísindafólk hana aftur. Síðani hevur hon verið at síggja við sjey ára millumbili, og fyri einari góðari viku síðani kom hon aftur á himmalin. Tann 24. oktober var hon sera klár, men vísindin dugir ikki at siga, hví so var. Tey, sum hava skil fyri stjørnuhimmalinum, siga, at Edwin Jolmes-halastjørnan kann síggjast við at hyggja upp á luftina í ein landnyrðing.