Fríggjadagin 2. februar vardi Vanja Klein Olsen serritgerð í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, skrivar setur.fo.
Heitið á ritgerðini er "Life with type 1 Diabetes. A cross-sectional study of diabetes distress and treatment satisfaction among adult Faroese individuals with Type 1 Diabetes".
Vegleiðarar vóru May-Britt Skoradal og Maria Skaalum Petersen.
Vit ynskja Vanju hjartaliga til lukku við útbúgvingini, Master í Heilsuvísindum, skrivar setur.fo.












