Vanja Mikkelsen í Vági og Eyðbjørg Knudsen í Saltangará gjørdust hepnu vinnararnir í samband við kappingarnar, sum vóru í kjalarvørrinum av Prix Føroyar kappingini.
Tær vinna ferðir fyri tvey til Jellingfestivalin og tær eru farnar av landinum við flogfari hósdagin.
Vit hava frætt, at Vanja gjørdist ovurfegin, og hóast hon gongur á miðnámsskúla, har próvtøkurnar nú koma fyri, so gjørdi hon av at fara og bjóða vinkonuni Kristinu Augustinussen við.
Føroyskir tónleikarar
Ein gularót hjá luttakandi tónleikarum til prixendabrestin ? AME ? er, at umboð fyri festivalar í útlondum velja sær umboð at spæla á festivalunum.
Føroysku umboðini á Jellingfestivalinum 27., 28. og 29. maj eru Teitur Lassen (fríggjadag), Guðrun Sólja Jacobsen og Eivør Pálsdóttir, báðar leygardag. Onnur nøvn á festivalinum eru t.d. Zididada, Poul Krebs, Lars Lilholt, Savage Rose, Saybia, Kim Larsen, Scorpions, The Loft og mong onnur









