Í fjør varð sangurin Vanja hjá Jákupi Eli kosin ársins sangur á Planet Awards. Í ár er sangurin Vanja eisini ársins sangur hesaferð við útgávuni hjá dreingjabólkinum All In.
At sangurin um Vanju aftur er kosin ársins sangur, er greitt tekin um, at útgávurnar hjá bæði Jákupi Eli og All in hava sett sín greiða dám á føroyska útvarpslurtið seinastu tvey árini.
Jóannes Lamhauge, ein av limunum í All In, staðfestir, at Jákup Eli er orsøkin til, at bólkurin All In livir.
- Uttan hann var eingin bólkur. Okkara útgáva av Vanju varð somuleiðis sera væl móttikin, og nú arbeiða vit við øðrum sangum, sigur hann. Á Planet Awards í kvøld framførdi dreingjabólkurin sangin Tú hjá Moirae.
Hinir sangirnir, sum vóru í uppskoti, vóru:
Signar í Homrum Mín skattur
Eivør Rain
Dynamit Hví gongur Tom altíð skid
200 Við love skulu vit land byggja