Vanir siglir

Aftur í ár fer stuttleikabáturin Vanir at sigla fólk út til Nólsoyar og inn aftur til Havnar í sambandi við Ovastevnuna Ferðasambandið við Nólsoynna verður gott í dag og í nátt. Umframt at Strandferðslan skipar fyri pendulsigling við Rituni og seinni um kvøldið eisini við Silju Star, fer eisini stuttleikabáturin Vanir at sigla.

Ein av eigarunum, Jón í Dali, sigur, at teir fara at sigla frá leygardegi á miðdegi líka fram til miðdag sunnudagin uttan íhald. Hjá teimum verður halan um rættiligan pendulfart, tí teir hava ikki fastar fráfarutíðir sum so, men sigla, so hvørt báturin er fullur.

Vanir hevur loyvi at flyta 30 ferðandi hvønn túr.

Í fjør sigldi Vanir eisini á Ovastevnu, og tá flutti hann 672 fólk um fjørðin.

Annars fæst nærri at vita á www.vanir.fo