Vangamyndin: Brandur Enni

Brandur Enni hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt og sæð. Konsertir, fløguútgávur og annað hava merkt seinastu tíðina hjá Brandi, og hóast hann bert er 13 ára gamal, so er hann longu komin langt innan føroyska tónleikaheimin

Sjálvur sigur Brandur, at hann hevur altíð sungið nógv. Áðrenn tað varð aktuelt at syngja við millum annað Kulum Rótum, sang Brandur nógv saman við beiggja sínum.
Eisini spælir hann kornett, og tað hevur hann gjørt síðani hann byrjaði í fyrsta flokki. Og nú er Brandur eisini farin at spæla klaver.
? Ja, eg eri farin at spæla klaver, men tað havi eg ikki gjørt so leingi. Eg ætli mær at keypa eitt klaver skjótt, og gera eitt sindur meira við tað, og læra meg at spæla ordiliga, soleiðis, at eg kann syngja og spæla í senn, sigur Brandur, sum leggur afturat, at tað er gott at hava eitt akkord-ljóðføri, sum tú kanst vísa teimum tú arbeiðir saman við, hvat tú vilt við tónleikinum.
Eisini hevur Brandur verið við í bólkinum Faroe Teens. Teir vunnu millum annað árligu Pop Top konsertina í fjør, og sluppu tí at vera við á ólavsøkukonsertini eisini.
? Ætlanin við Faroe Teens var at hava ein ungdómsbólk, sum dugdi at syngja og spæla væl. Eg haldi sjálvur, at tað var sera gott at spæla saman við teimum, tí har fekk mín rødd nógv størri avbjóðingar, enn hon hevði fingið áður.

Ein stjørna

Hóast hann bert er 13 ára gamal, so hevur hann longu fingið eitt slag av stjørnustatus bæði millum ungar gentur og dreingir í Føroyum. Men hvat sigur Brandur sjálvur til at vera ein stjørna?
? Eg haldi, tað er stuttligt, og eg njóti tað so leingi tað varðar, sigur Brandur.
Enn er skúlin hjá Brandi ikki liðugur, og við allari venjingini og øllum tí, sum hann hevur at gera, kann tað tykjast eitt sindur ringt at fáa alt at hanga saman.
? Nú gongur alt fínt, og kabalin gongur upp. Eg eri norðanfyri um , har eg venji og geri studioupptøkur. Viðhvørt missi eg nakrar dagar í skúlanum, sigur unga stjørnan.
Brandur sigur, at hann viðhvørt kemur eitt sindur afturút, men hann megnar sum oftast at koma inn aftur, sjálvt um tað kanska til tíðir er tungt
? Sjálvt um eg ikki havi verið í skúla líka nógv sum mínir floksfelagar, so havi eg lært okkurt annað, har eg havi verið, meðan teir hava verið í skúla, greiðir Brandur frá.
? Eg haldi, at eg havi upplivað eins nógv og teir, og eg haldi, at mín sjónarringur er eins stórur og teirra.
Tá ein er so ungur sum Brandur er, so er tað sjálvsagt, at nógv vaksin eru um hann, tá hann er í studio, til konsertir og annað. Men Brandur letur væl at, sjálvt um hann ikki er umringaður av javnaldrum allatíðina.
? Mær hevur altíð dámað væl at vera saman við vaksnum fólkum. Tey hava nógvar royndir, og eg kann læra nógv av teimum. Eg sigi ikki, at mær dámar betri vaksin fólk enn mínar javnaldrar, men í mínari verð er tað pláss fyri báðum. Eg eri nú farin at spæla saman við gittarisitinum ,Benjamin Petersen, og tað eri eg sera glaður fyri. Vit báðir vóru eisini við í bólkinum Faroe Teens. Tá tað eru smærri tiltøk fara vit báðir út og spæla einsamallir.
Framtíðin er greið. Brandur vil sleppa út í verðina við tónleiki sínum.
? Tað eru ógvuliga góðir tendensir uttanlands, og har er nógv áhugavert at fara eftir, umframt, at har eru nógv fleiri møguleikar, hvat tónleikinum viðvíkur.
Men sjálvt tey flestu halda, at Brandur dugir ógvuliga væl at syngja og dugir væl at framføra, so er kritikkur eisini nakað, sum hann fær.
? Eg taki onki sum negativan kritikk. Fólk vilja bara hjálpa, og tá eg hyggi eftir konsertunum upptiknar, so síggi eg tað, sum var gott og tað, sum eg kundi gjørt betur, sigur Brandur.
Men sjálvur metir hann, at hann hevur ment seg nógv síðani hann av fyrstan tíð byrjaði.
? Eg eri ikki bangin fyri pallinum. Kanska eg var tað eitt sindur í byrjanini, men nú veit eg betur, hvussu eg skal brúka hann, sigur Brandur Enni at enda.