Vandu í tunlinum

Í morgun varð eyka væl saltað á Oyggjarvegnum, tí Kollafjarðartunnlin varð stongdur í tríggjar tímar vegna venjing

Fólk í Havn vóru illa við í morgun, tá ið sløkkiliðsbilar, sjúkabilar og politibilar fóru ýlandi norðureftir.
Eingin ólukka var tó hend, men ein stór venjing var í Kollafjarðartunlinum.
Lutakararnir vóru bæði úr Havn og norðanfyri, úr Vágum og úr Eysturoynni.
Vindurin lá móti Kaldbaksfirði, so betur bær til at sleppa inn í tunnilin úr hinum munnanum, men hjálparfólk vóru kortini við hin munnan eisini.
Í morgun varð lýst við, at Kollafjarðartunnilin fór at verða stongdur frá klokkan níggju til middags. Venjingin byrjaði kortini ikki klokkan níggju.
Lýst varð eisini við, at í staðin fyri gjøgnum tunnilin gekk ferðslan eftir Oyggjarvegnum.
Hetta kom illa við hjá summum bilførarum, tí hált var í morgun.
Fyrireikararnir hava í vikur arbeiddu við at leggja venjingina til rættis. Teir kundu ikki vita, at júst henda dagin fór at verða hált. Teir høvdu tó fyrireikað seg til møguliga hálku á Oyggjarvegnum, tí tíðliga í morgun varð farið farið at salta Oyggjarvegin, og saltað varð serliga væl í dag, verður sagt av politistøðini í Havn.