Vandu nýggjar bjargarar

Atlantsflog er í ferð við at venja nýggj bjargingarfólk.

Í hesum døgum er tyrludeildin hjá Atlantic Airways í ferð við at útbúgva nýggjar bjargarar og spælmenn til tyrluna, og í tí sambandi var skipað fyri venjing eystan fyri Nólsoynna í gjár. 



Venjingin varð hildin saman við vaktar- og bjargingarskipinum Brimli. 

 

Teir nýggju bjargararnir blivu hivaðir upp og niður millum tyrluna og Brimil. Eisini blivu børur og onnur hivað millum skipið og tyrluna, skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðuni.