Vandu mitt um náttina

Klokkan var næstan tvey um náttina í Kasakstan, tá liðið kom á vøllin á Tórsvølli

Tað vóru nakrir troyttir spælarar hjá Kasakstan, sum komu á Tórsvøll at venja í kvøld. Teir hava ferðast í allan dag og blivu seinkaðir upp í fimm tímar. Tá teir eina ferð komu á vøllin í kvøld var klokkan hálvgun átta føroyska tíð.

 

Tað er klokkan hálvgun tvey um náttina í Kasakstan. Tað er ilt atímynda sær hvussu hetta er ein góð fyrireiking til ein landsdyst. Venjingin var løtt og stórur partur fór til at fáa hita í kroppin í kuldanum á Tórsvølli.

 

Síðani skutu teir upp á mál eina løtu, áðrenn venjingin endaði við einum innanhýsis dysti. Landsliðið hjá Kasakstan er nú fari á Hotel Føroyar, har teir skulu yvirnátt. Tá dysturin byrjar í morgin, hava teir verið í landinum í beint fyri 24 tímar.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan byrjar klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.