Vandu alt fyri eitt

Føroyski landsliðshópurin var ikki meira enn lendur í Vilnius ,fyrr enn fyrsta venjingin stóð á skránni

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, valdi at fáa ringastu ferðamøðina úr kroppinum alt fyri eitt, sum spælararnir komu til Kaunas um 17-tíðina lokala tíð. Eftir at hava hildið ein uppibornan frídag sunnudagin vóru landsliðsspælararnir við flogfarinum úr Vágum longu klokkan 8.15 um morgunin, og tí var talan um ein hampuliga drúgvan ferðadag, sum skuldi ristast úr kroppinum.

Saman við strævna dystinum leygardagin bar hetta við sær, at talan einamest gjørdist um heilt lætta venjing hjá teimum, sum høvdu spælt flestu minuttirnar á Tórsvølli, og stóð Øssur Steinhólm, fysioterapeutur, fyri størsta partinum av hesi venjingini.

Teir spælarar, sum ikki vóru eins møddir, høvdu eitt sindur meira av ferð í sínari venjing, eins og teir høvdu skotvenjing, meðan Bogi Løkin varð settur at testa lærkrikan, sum hevur argað síðani leygardagin.

Vanliga eru venjingar eisini á skránni týsdagin, men hesa ferð verður talan so bert um tí einu av slagnum, og verður hendan í kvøld á S. Dariaus ir S. Gireno leikvøllinum, har dysturin verður spældur.

Og so er annars bara at vóna, at venjingin í gjár vakti góð minni. Hendan gekk nevnliga fyri seg á sama vølli í Vilnius, har landsliðið fyri mest sum akkurát 10 árum spældi málleysan javnleik móti Litava.