Lag: Oss kan du møte på al verdens veje
Tú møtir okkum, hvar tú enn man ferðast,
Vit hava traðkað hvønn ein blett á fold.
Tann pjøk’ vit eiga, er alt, ið skal berast,
her undir mánaskin og stjørnufjøld.
Vit hava sæð, tá sól í vestri setur,
hoyrt áarløkir leika lag sítt frótt,
hoyrt fuglin, tá kring reiður sítt hann letur,
og fleyrið anda stuttu summarnátt.
Vit droyma um tær grønu, føgru víddir,
so langt vit skoða er tað ævigt vár,
og tindarnar við sólargeislum prýddir
- eitt ævintýr, hvar ferðin so enn gár.
Tá sól er sett, og skýming er um landið,
og fossar syngja blídligt kvøldarlag,
á ferðini vit kenna vinarbandið,
og njóta allar løtur nøgd og glað.
Vit tak’ ímót og geva alt, vit fáa,
so ríkur, fegin eingin annar er
sum vit, tá stjørnur yvir okkum loga
og lýsa fótum várum fram á ferð.
J týddi










