- Vandin lúrdi alla tíð

Roar Dalsgarð hjá Neistanum var væl nøgdur við sigurin ímóti H71. Sjálvt um Neistin var væl framman fyri eitt skifti, so segði hann seg tó ongantíð vera tryggan.

- Hatta var ein rættiliga strævin dystur, og vit eru ógvuliga væl nøgdir við sigurin. Sjálvt um vit eru sjey mál framman fyri eitt skifti í seinna hálvleiki, so føldi eg alla tíð, at H71 var væl við í dystinum, og vit vistu, at vandin lá og lúrdi. Teir komu eisini upp aftur á javnleik, men tíbetur klára vit at avgera dystin at enda, sigur Roar. Hann heldur eisini, at serliga verjan hevur gjørt, at úrslitini hjá Neistanum eru blivin meir støðug í ár.