Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at vandin fyri yvirgangsálopum móti flogvøllinum í Kabul í Afganistan veksur fyri hvønn dag, sum gongur.
Tað veit Financial Times at siga.
Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur í kvøld sagt, at eitt yvirgangsálop veruliga er hugsandi.
Bretskar keldur siga sambært Sky News, at eitt møguligt - og als ikki óhugsandi - yvirgangsálop helst verður vent móti altjóða deildunum, sum við flogvøllin í Kabul hjálpa fólki úr Afganistan.
Tað er yvirgangsfelagsskapurin, ISKP, ið er afganski bólkurin av Islamiskum Stati, sum hóttir trygdina.
Sambært CNN ivast amerikanska fregnartænastan í trygdini við flogvøllin, og tey stúra fyri, at yvirgangsatsóknir eisini kunnu raka mannamúgvurnar, sum standa uttan fyri flogvøllin í Kabul.
Hetta kann gerast veruleiki hjá ISKP fyri at skapa enn størri ruðulleika kring flogvøllin.
Sambært amerikanska verjumálaráðnum vóru aftur í dag fleiri enn 10.000 fólk savnað við flogvøllin í Kabul í vónini um at sleppa úr Afganistan.
Fregnartænstur vita eisini at siga, at eini 10-15 leiðandi ISKP-yvirgangsfólk í løtuni eru stødd í Afganistan.
Sambært CNN eru umleið 100 fangar, sum stuðla ISKP, rýmdir úr afganskum fongslum nærindis Kabul, síðan Taliban tók høvuðsstaðin.
##med2##