Vandin fyri uppflyting økist

Aftur hesa ferð vóru úrslitini trivalig ábending um, at tað næsta ár verður sunnudags fótbóltur í Suðuroy

Fótbóltur

 

Í Vági høvdu teir undan kappingarárinum ikki roknað við, at lokalu spælararnir fóru at megna meiri enn fyrsta stigið í fyrireiking av nýggjum liði, sum kanska kundi gerast til felagslið fyri alla oynna. Síðani hava teir skemtað sær við, at tað kundi sæð út til, at teir eru um at koma sær í vanda fyri uppflyting.

Úrslitini hesa ferð vóru meiri enn bara ábending um henda veruleikan. VB/Sumba vann á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum undan vikuskiftinum var næsti kappingarneytin hjá VB/Sumba, og tað úrslitið ber sjálvandi við sær, at VB/Sumba nú er fýra stig frammanfyri vágaliðið.

Einsamalla málið á Vágseiði, har lotið var frískt, skoraði Jón Krosslá Poulsen mest sum av óvart. Hann sendi flatt innfyri úr vinstru, Dan Djurhuus leyp upp um bóltin, sum rullaði í vágamálið. Í 2. hálvleiki royndi 07 Vestur at trýsta, men teir fingu ikki bóltin í málið hjá Bjarna Johansen, sum stóð seg heilt væl.

AB vann týdningarmiklan sigur í Gundadali ímóti HB, og nú hevur unga AB liðið, sum hevur havt tað trupult á útivølli ímóti oddaliðunum báðum, lagt seg undir liðina á 07 Vestur, og tað kann fara at vísa seg at verða so skjótt, at argjamenn fara at verða á uppflytingarplássi.

Tað vóru heilt nógvir málmøguleikar, og tikið verður til í Gundadali, at úrslitið kundi væl havt verið 10-10! Kenneth Jacobsen legði AB framum við rimmar skoti úr 20 metrum í 9. minutti, og tveir minuttir seinni misnýtti Thomas Hans Rubeksen hjá HB brotsspark. Dion Splidt hjá AB var tryggari, tá ið hann í 28. minutti fekk møguleikan úr ellivu metrum og legði AB framum 2-0.

Í 71. minutti minkaði Emil Nolsøe Leifsson við fínum lobbara um munin til 2-1, og tá ið heimaliðið royndi at leggja trýst á fyri at javna, vóru fleiri møguleikar í báðum endum. Kenneth Jacobsen staðfesti 3-1 AB sigurin, tá ið hann við skoti úr brotsteiginum og umvegis stólpan setti bóltin í HB málið.

Eftir trý umfør uttan úrtøku eydnaðist tað hjá TB at fáa eitt stig burturúr í Runavík, har úrslitið varð 1-1. Johan Eyvind R. Mouritsen legði TB framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið hann varð leysur í høgru og sendi bóltin millum beinini á málverjanum.

Tríggjar minuttir fyri steðgin javnaði NSÍ. Miðvallarin Jann Martin Mortensen varð feldur í brotsteiginum, og Dánial Hansen umsetti trygt úr ellivu metrum.

Tað gongur sum eftir ánni hjá KÍ. Aftur hesa ferð eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku, og nú er KÍ komið so mikið langt upp á stigatalvuna, at tað er rættuliga nógv at geva av í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

Næstbesta liðið hjá B68 vitjaði, og eftir tætta uppgerð varð B68 sent til hús við 1-0 tapi. Sigursmálið skoraði veteranurin Jan Joensen. Tað restaðu 20 minuttir, tá ið Jan sendi fríspark beinleiðis í málið aftanfyri Petur Meinhard Magnussen, sum hesa ferð var B68 málverji.

Í kvøld verður síðsti dysturin í hesum umfarinum spældur. Hann verður í Leirvík, har EB/Streymur fer at vitja.