– Eg meti ikki at vandin fyri at tvørafólk vórðu eitrað við ammoniakki, var stórur.
Tað staðfesti Annfinn Leo, sum var átaksleiðari hendan vanlukkuliga fríggjadagin tann 9. juni, tá ið eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic.
Í gjárkvøldið var borgarafundur í Trongisvági, har fólk sum kanska sótu eftir við nøkrum ósvaraðum spurningum, fingu høvi at seta teir fram.
Á fundinum greiddi átaksleiðarin frá, at tað gingu ikki meiri enn fimm, seks minuttir frá tí, at tey høvdu fingið boðini um eldin, til manningin hjá sløkkiliðnum var komin á staðið.
– Men tað varð rættiliga skjótt greitt, at vit høvdu ongan møguleika at sløkkja, tí ongin slapp fram at eldinum fyri royki og hita. Tí varð størsti denturin í fyrstu syftu lagdur á køla tangarnar við ammoniakki, kaldar.
Og hann helt ikki, at vandin fyri at eiturgassi var stórur, tí teir hildu ammoniakktangarnar kaldar alla tíðina.
Eitt umboð fyri Frost í Íslandi, sum hevði latið ammoniakkskipanina, greiddi frá, hvussu strangar reglur eru fyri slíkum skipanin. Og á Varðanum varð alt gjørt eftir forskriftunum og Arbeiðseftirlitið góðkendi skipanina.
– Vit kunnu staðfesta, skipanin helt, og hon riggaði sum hon skuldi, hóast ein eldurin var ógvusligur, og tað stóð nógv á skipanini, segði hann.
Tvørafólk føldi rákan av ammoniakki í luftini, men íslendski serfrøðingurin segði, at í sær sjálvum var tað vandaleyst. Tað skal nógv ammoniakk til, áðrenn tað er hættisligt, staðfesti hann.
Hann vísti á, at eru tað fimm ppm, milliónapartar, av ammoniakki í luftini, luktar tað longu. Men er loyvt at arbeiða átta tímar um dagin hóast 50 pmm av ammoniakki eru í luftini og tað verður ikki lívshættisligt fyrrenn 5000 ppm eru í luftini.
– Tað er kanska ein fyrimunur við ammoniakki, at lukturin er ramur, langt áðrenn nakar vandi er á ferð, legði hann afturat.
Eitt umboð frá Fønix, sum hevur letur trýstfløskur til Varðan Pelagic, upplýsti, at 22 trýstfløskur frá teimum vóru á Varðanum.
Tað vandamiklasta er Acetylen, og Varðin hevði eina fløska av tí slagnum. Brast hon, høvdu rútar fari og veggir høvdu kanska rivnað, segði William Olsen á Fønix. Varðin hevði eisini eina fløska av oxygen, men tað spreingist ikki, hóast tað fýrir upp undir eldin.
Harafturat hevði Varðin 20 fløskur av gassi, sum verður brúkt at sveisa við. Sannlíkindini fyri at tær bresta er øgiliga lítil, hóast tær standa í eldi, tí tað vanliga er, at pakningarnir smelta og gassið lekur úr. Men spreingivandin kann ikki útihýsast heilt kortini.
Sjálvur sigur framleiðarin, at trygdarstøðan er 200 metrar, sigur William Olsen. Men samstundis vísti hann á, at Beredskabsstyrelsen í Danmark brúkar væl styttri trygdarfrástøðu. So vítt hann mintist, hevði Beredskabsstyrelsen eina frástøðu upp á 100 metrar fyri Acetylen og 10 metrar fyri sveisigass.