Semja
Nú er vandi fyri, at nýggi Smyril verður lagdur, tá ið hann kemur, minkaður.
Í hvussu so er eitt sindur!
Tað er greitt, eftir at Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið gjørdi eina semju klokkan sjey í gjáramorgunin.
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið settust longu á miðdegi fríggjadagin at samráðast saman við semingsmonnunum at samráðast um nýggjan sáttmála fyri teir maskinmeistarar, sum arbeiða hjá tí almenna. Tað vil siga teimum, sum sigla við Strandferðsluni og Magnus Heinasyndi og teimum, sum arbeiða á sjúkrahúsum og á øðrum almennum stovnum á landi.
Sostatt tók tað meiri enn hálvtfjórða samdøgur at koma til eina semju.
Og størsti trupuleikin var júst nýggja Suðuroyarskipið.
Fíggjarmálaráðið setti uppá, at nýggi sáttmálin skuldi eisini fevna um nýggja Smyril fyri at forða fyri, at hann fekk somu lagnu sum bæði nýggi Teistin og Brimil, sum báðir logu í fleiri vikur, eftir at teir vóru liðugur, tí semja fekst ikki um lønina hjá summum av teimum, sum skuldu sigla við.
Hinvegin tvíhelt Maskinmeistarafelagið um at nýggi Smyril skuldi ikki vera við í hesum sáttmálanum. Felagið segði, at nýggi Smyril var ikki við í upprunakvørunum hjá fíggjarmálaráðnum og tí kundi hann ikki takast við. Felagið segði eisini, at ongin veit enn, hvussu hann skal mannast og tí ber ikki til at gera sáttmála um hann enn.
Hetta var størsta forðingin at koma um og tað mesta av hesum yvir 90 tímunum, sum samráðingarnar vardu, fóru við at partarnir lógu í hvør sínari skotgrøv og togaðust um nýggja Smyrli.
Funnu eina millumloysn
Tað endaði so við, at semingsmenninir tíðliga í gjáramgorgunin løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar við eini salomonskari loysn í. Og tað, sum semingsmenninir skutu upp, var, at bíða við samráðingunum um nýggja Smyril. Men samráðingarnar um nýggja Smyril skulu byrja so skjótt tað er greitt, hvussu hann skal mannast.
Og tað skal vera greitt fyrst í mai.
Semjast partarnir ikki um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli, kunnu allir sáttmálarnir um maskinmeistararnir hjá tí almenna, sum samráðingarnar hava verið um á hesum sinni, sigast uppaftur. Sostatt kunnu sáttmálarnir um maskinmeistararnir hjá Strandferðsluni, teir við Magnusi Heinasyni og teir á sjúkrahúsum og á øðrum almennum stovnum á landi, sigast uppaftur við einum mánaða ávaring.
Teir kunnu tó í fyrsta lagi sigast uppaftur fyrsta september.
Fíggjarmálaráðið sigur, at sostatt bendir nógv á, at sáttmálaviðurskiftini í sambandi við nýggja Smyril kunnu avgreiðast í nóg góðari tíð.
Maskinmeistarafelagið sigur, at teir hava alla tíðina verið greiðir yvir, at avtala skal gerast um nýggja Smyril, men tað kann bara ikki gerast nú.
Maskinmeistararnir eru kortini fúsir at fara aftur til samráðingar, tá ið manningarskjølini eru klár fyrst í mai.
Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagnum, heldur ikki, at hetta bara er at útseta pínuna, tí tað er ásett, at samráðingarnar um nýggja Smyril skulu byrja fyrst í mai og miseydnast tær, kunnu allir sáttmálarnir sigast upp aftur.
Annars eru sáttmálarnir, sum vórðu undirskrivaðir í gjáramorgunin innan fyri lønarkarmin upp á eini níggju prosent í tvey ár.
Ein partur av lønarhækkingini fer til eftirløn, og onkrar umflokkingar verða gjørdar. Harumframt eru maskinmeistarar á landi fevndir av sættu feriuvikuni, og arbeiðstíðin hjá teimum er sett til 39 tímar um vikuna.
Somuleiðis er avtalan um førleikamenning er galdandi fyri allar tríggjar sáttmálarnar.