Vandi var fyri at Ternan varð løgd

Ternan mátti í dokk áðrenn avloysaraskipið er komið

 

 

Strandfaraskipið var í vanda fyri at verða lagt og tað er orsøkin til, at hon mátti á beding nú.

Tað staðfesti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum í Løgtinginum.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi,  reisti spurningin um nólsoyarsiglingina í Løgtinginum og í tí sambandi spurdi hon landsstýrismannin um hann heldur, at nólsoyingar hava eina nøktandi tænastu, nú Ternan er farin á beding.

 Jørgen Niclasen sigur, at Nólsoyingar fáa somu tæmastu, sum teir fáa hvørja ferð, Ternan er á beding.

Ternan verður á beding í einar níggju vikur og fyribils skal Jósup røkja siglingina. Men tá ið nýggja avloysaraskipið, Erla Kongsdóttir er komið í flotan fer hon at sigla upp á Nólsoynna. Tað verður væntandi um eina viku og mett verður, at í góðum líkindum brúkar hon 12 minuttir um Nólsoyarfjørð. Tað verður væntandi ímillum 7. og 10. november, at Erla kongsdóttir verður sett í siglingina upp á Nólsoynna. Hon tekur 120 ferðafólk um summarið og 97 ferðafólk um veturin, umframt tríggjar bilar

Men Jørgen Niclasen sigur, at Ternan kundi ikki bíða við at fara á beding til Erla Kongsdóttir var komin. Hann sigur, at summastaðni er Ternan so illa tærd, at Skipasýnið hevur kravt, at tað verður gjørt. Skipasýnið gav Strandferðsluni freist til 31. august at gera neyðugu ábøtur á Ternuna, annars varð hon løgd. Við samráðingum eydnaðist at fáa tað útsett, men nú gekk ikki longur, segði Landsstýrismaðurin.

Jørgen Niclasen vísir annars á, at um tvey ár er koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin og tá er Teistin eisini til taks.

Men annars skutu bæði landsstýrismaðurin, og fyrrverandi landsstýrismaðurin, Henrik Old, eftir Tórshavnar Kommunu. Teir vístu báðir á, at nólsoyingar eru borgarar í Tórshavnar Kommunu, men hvørja ferð, ein nólsoyingur stígur fótin á land í Havn, skal Strandferðslan rinda Tórshavnar Havn fimm krónur í avgjaldi. Tá ið nólsoyingurin so fer heim aftur, skal Strandferðslan rinda Tórshavnar Havn fimm krónur afturat í avgjaldi fyri hann.

Harumframt krevur Tórshavnar Havn næstan eina millión um árið í havnargjaldi fyri Ternuna.

Henrik Old legði afturat, at í Klaksvík er søgan ein heilt onnur, tí Strandferðslan rindar bara 70.000 krónur um árið í havnargjaldi fyri Sam.