Vandi var fyri at alt skipið kolaðist upp

- Hetta var ein torfør uppgáva, tí so nógvur hiti og roykur var. Tá ið ringast stóð til, var eldurin eisini við at festa í messuna, og eg sá fyri mær, at eldurin fór at gera enda á øllum skipinum, sigur brandumsjónarmaðurin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, Sunnleif Højgaard

Klokkan knapt hálvum eitt mikunáttina fekk Skálafjarðar Sløkkilið fráboðan um nógvan royk umborð á djúpvatnstrolaranum, Suðringi, sum liggur við bryggju í Runavíkar havn.
- Vit mannaðu okkum og fóru beinanvegin oman á skipið, sum lá úti á pierinum. Tá ið vit komu oman, sóu vit, at har var nógvur roykur, samstundis sum dekkið longu tá var rættiliga heitt. Vit avgjørdu fyrst at køla dekkið av og royna at sleppa niður á fabrikkina, haðani roykurin kom, og nógvi hitin stavaði. Men hetta var lættari sagt enn gjørt, tí møguleikarnir at sleppa niður á dekkið eru so avmarkaðir.
Brandumsjónarmaðurin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, Sunnleif Højgaard, greiðir frá, at teir valdu ikki at brúka óavmarkaðar nøgdir av vatni í arbeiðinum, tí hetta kundi føra til, at skipið legði seg og í ringasta føri koppaði.
- Tí avgjørdu vit at køla av við vatni og royna at sløkkja við skúmi. Dekkið var so ógvuliga heitt, at sjálvt botnurin í skónum, sum eru sergjørdir til slíkt arbeiði og hava innbygdan stálbotn, smeltaði.

Eldur allastaðni
Sunnleif sigur, at tá ið teir umsíðir sluppu niður á fabrikkina gjøgnum eina lúku í dekkinum, vísti tað seg at vera eldur allastaðni ? og tá serliga uppi undir dekkinum.
- Vit kendu ikki fabrikkina, og tí var torført hjá okkara monnum at finna sær vegir í nógva roykinum og hitanum.
Hann sigur, at nakrir av sløkkiliðsmonnunum noyddust at bróta sær veg inn á brúnna og niður undir fyri at byrgja uppfyri, at eldurin ikki eisini breiddi seg fram í skipið - til messuna og manningarrúmini.
- Eldur, roykur og hitin á fabrikkini var so nógvur, at tað tók okkum meira enn tveir tímar at fáa tamarhald á støðuni. Vit eru tilsamans 47 sløkkiliðsmenn í liðnum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, og vit vóru 20 mans, sum tóku lut í arbeiðnum hesa náttina. Henda uppgávan var so mikið stór og torfør, at vit eisini sendu boð eftir sløkkiliðsmonnunum hinumegin fjørðin.
Hann vísir á, at tað er rættiliga tungt arbeiði hjá roykkavarum undir tílíkum umstøðum; teir gerast heitir og troyttast skjótt.

Sá svart út
Sunnleif sigur, at øll fabrikkin umborð á Suðringi meira ella minni er kolað upp, men tíbetur er ikki líkt til, at maskinrúmið hevur fingið nakran serligan skaða.
- Tá ið ringast stóð til, var eldurin eisini við at festa í messuna, og eg sá fyri mær, at eldurin fór at gera enda á øllum skipinum. Men vit fingu byrgt upp fyri, at eldskaðin í messuni gjørdist lítil, tá ið saman um kom.
Ta einu løtuna var so mikið av vatni í skipinum, at sløkkiliðsmenninir noyddist at pumpa vatn upp úr skipinum.
- Suðringur legði seg nakað, og eitt skifti stóð á endunum, soleiðis at vit máttu brúka pumpurnar hjá okkum til at pumpa sjógv upp úr skipinum við, sigur Sunnleif Højgaard, sum fegnast um, at tað í øllum góðum eydnaðist hansara monnum at basa eldinum umborð á Suðringi.